Framløgur frá temadegi um byggigóðsku
BYGGIGÓÐSKA: Mánadagin 14. november skipaði Byggiharrasamtak Føroya fyri væl eydnaðum temadegi um byggigóðsku undir yvirskriftini “Væl eydnað bygging í Føroyum – hvat skal til?”.
Byggiharrasamtakið er í ferð við at gera niðurstøður frá temadegnum, sum skal nýtast í tí framhyggjandi og uppbyggjandi arbeiði, sum samtakið er farið undir og vil standa á odda fyri.
Niðanfyri ber til at síggja framløgurnar hjá teimum ymsu fyrilestrahaldarunum, eins og myndir frá temadegnum.
Umframt hesar høvdu Helgi Rasmussen, vinnusálarfrøðingur, og Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, fyrilestrar undir temadegnum hjá Byggirharrasamtaki Føroya, ið eisini fevndi um tvær verkstovur, har ymsir spurningar innan bygging vórðu viðgjørdir.