Verkætlanir

Hbygningur.jpg

LS: H-Bygningurin

Ætlaða byggingin er partur av eini langtíðarætlan fyri út- og umbygging av Landssjúkrahúsinum. Hetta byggistigið umfatar nýggjar medisinskar seingjardeildir, føði- og barnsburðardeild, psykiatriskan depil, hølir til sjúkrahúsuppvenjing og køk.

FuglafjardarSkuli.jpg

Fuglafjarðar skúli

Fuglafjarðar kommuna hevur samtykt at byggja nýggjan barnaskúla, sum er grunddeild og miðdeild. Kommunan setti í januar 2016 eina bygginevnd at fyrireika eina skúlaútbygging. Bygginevndin hevur havt hoyringar við øll, sum hava við skúlan at gera. Bæði lærarar, næmingar, kvøldskúla, ítróttarfeløg og tónleikin í býnum.

EysturogSandoyarTunnilin.jpg

Eystur- og Sandoyartunlar

Endamálið við Eysturoyar- og Sandoyartunlunum er at økja um flytførið, bæði hjá vanliga føroyinginum, fyritøkum og almennu fyrisitingini. Tunlarnir fara at stytta dagligu farleiðina hjá fleiri túsund fólkum við útvið hálvum øðrum tíma og tunlarnir styrkja harvið bæði um privata haldføri, vinnuliga kappingarføri og landsbúskapin sum heild.

Kommunuskulin-fra-N-Finsens-gotu-1024x555-2.png

Kommunuskúlin

Bústaðir og Tórshavnar kommuna eru farin undir felags verkætlan at umbyggja Kommunuskúlan til 37 nýmótans lestrarbústaðir. Bústaðir hava keypt loninar í skúlanum, sum venda móti Sjúrðargøtu og Tórsgøtu frá Tórshavnar kommunu, og har verður lestrarbústaðirnir nú gjørdir.

Glasir.jpg

Skúladepilin við Marknagil

Tekniski Skúlin í Tórshavn, Føroya Handilsskúli og Føroya Studentaskúli hava leingi havt trongar og ótíðarhóskandi hølisumstøður.

Biskupstorg-1-1024x768.jpg

Biskupstorg

Við 30 íbúðum kring nýggja Biskupstorg í Klaksvík vilja vit geva eitt munagott íkast til framskygdu ætlanina fyri miðbýin, sum Klaksvíkar kommuna hevur stungið út í kortið. Íbúðirnar kring Biskupstorg fara at skapa eitt samspæl við tað nýggja miðbýarøkið. Tá ið lunnar eru lagdir undir ein livandi og fjølbroyttan bý, verður hetta íbúgvum og vitjandi til gagns.

VirknisUmaettingardepilSandoy.jpg

Virknis- og umlættingardepil í Sandoy

Verkætlanin fer at útvega karmar til børn og ung, sum hava tørv á ymsum stuðulstilboðum í dagligdegnum. Tilboðini kunnu býtast í virknistilboð, umlætting og vardan bústað. Bygningurin skal rúma børnum og ungum við menningartarni, autismu, rørslutarni og sálarsjúku. Endamálið er at skapa eitt heimligt umhvørvi við ymiskum upplivingum við mennandi innihaldi.

KVF.jpg

Kringvarp Føroya

Sum liður í formligu samanleggingin av Sjónvarpi Føroya og Útvarpi Føroya, er málið at savna virksemið hjá samanlagda stovninum á einum og sama staði í Sortudýki.

MidnamsskulinaKambsdali.jpg

Miðnámsskúlin á Kambsdali

Sum liður í framtíðar samstarvinum millum Handilsskúlan á Kambsdali og Studentaskúlan og HF-skeiðið í Eysturoy, er ynski at savna umsitingina og felagshentleikarnar undir einum taki. Sum er, eru høliumstøðurnar á skúlunum ikki nøktandi, og har er ikki pláss fyri øllum næmingunum. Útbyggingin skal tryggja, at framtíðar hølistørvurin verður nøktaður.