Tíðindi
Triðja og seinasta skeið í BK17
Byggiharrasamtak Føroya og Ráðgevarafelagið skipa í komandi viku fyri seinasta skeiðinum í nýggju byggireglunum, sum tekur støði bygningskunngerðini, BK17. Skeiðið verður á Hotel Hafnia mikudagin og hósdagin 24. og 25. januar. Freistin at tekna seg er á middegi mánadagin 22. januar.
Skeið í nýggju bygningskunngerðini BK17 kap 7 ORKA
Sum áður fráboðað, skipa Byggiharrasamtak Føroya og Ráðgevarafelagið í komandi viku – viku 35 – fyrsta av trimum skeiðum í nýggju byggireglunum, sum taka støði í nýggju bygningskunngerðini, nevnd BK17. Fyrsta skeiðið verður á Hotel Hafnia mikudagin og hósdagin 30. og 31. august. Freistin at tekna seg er mánadagin 28. august kl. 12.00.
Skeið í nýggjum byggireglum
30. og 31. august 2017 skipa Byggiharrasamtak Føroya og Ráðgevarafelagið fyri fyrsta av trimum skeiðum í nýggju byggireglunum, sum taka støði í nýggju bygningskunngerðini, nevnd BK17.
Seinna samskipanarútbúgving innan arbeiðsumhvørvi gjøgnumførd
Byggiharrasamtak Føroya hevur nú avgreitt skeiðini innan arbeiðisumhvørvissamskipan fyri hesuferð. Áhugin var so mikið stórur, at neyðugt var at skipa fyri tveimum skeiðum, og seinna liðið hevur nú fingið prógv sum samskiparar innan arbeiðsumhvørvi.
Byggiharrar skipa fyri útbúgving innan arbeiðsumhvørvi
Í hesum døgum skipar Byggiharrasamtak Føroya fyri tveimum samskipanarútbúgvingum innan arbeiðsumhvørvi. Talan er um eina útbúgving, sum fyrst og fremst er ætlað byggiharrum, ráðgevum, arkitekum, arbeiðstakarum og øðrum, ið annars taka sær av trygdar- og arbeiðsumhvørvisuppgávum.
Bygningskunngerðin væl móttikin
KUNNINGARDAGUR: Góða uppmøtingin í Norðurlandahúsinum fríggjadagin prógvar, at stórur áhugi er fyri at seta seg inn í nýggju reglurnar fyri bygging í Føroyum. Í sambandi við gildiskomuna av Bygningkunngerðini 2017, skipaði Landsverk fyri kunningardegi fyri bæði byggivinnu, avvarðandi myndugleikum og øðrum pørtum, sum ynskja at seta seg inn í nýggju byggireglurnar.
BSF: Betra um fortreytir fyri væl eydnaðum verkætlanum
Við støði í stóra byggivirkseminum í Føroyum í dag, tók Byggiharrasamtak Føroya, BSF, stig til ein temadag í november, har ljós varð sett á avbjóðingarnar innan bygging. Hetta við tí fyri eygað at betra um góðsku, halda kostnaðinum niðri, minka um byggimistøk og yvirhalda ætlaðar byggitíðir, sigur BSF í tíðindaskrivi.
Framløgur frá temadegi um byggigóðsku
BYGGIGÓÐSKA: Mánadagin 14. november skipaði Byggiharrasamtak Føroya fyri væl eydnaðum temadegi um byggigóðsku undir yvirskriftini “Væl eydnað bygging í Føroyum – hvat skal til?”.
Byggigóðska verður sett á breddan
BYGGIHARRASAMTAKIÐ: Stórt byggivirksemi er í Føroyum í hesum tíðum. Tørvur er tí á at seta ljós á avbjóðingarnar innan bygging við tí fyri eygað at betra um góðskuna, halda kostnaðinum niðri, minka um byggimistøk og yvirhalda ætlaðar byggitíðir. Mánadagin 14. november skipar Byggiharrasamtak Føroya fyri temadegi um hesi evnir.