Byggiharrar skipa fyri útbúgving innan arbeiðsumhvørvi
Í hesum døgum skipar Byggiharrasamtak Føroya fyri tveimum samskipanarútbúgvingum innan arbeiðsumhvørvi. Talan er um eina útbúgving, sum fyrst og fremst er ætlað byggiharrum, ráðgevum, arkitekum, arbeiðstakarum og øðrum, ið annars taka sær av trygdar- og arbeiðsumhvørvisuppgávum.
Byggiharrasamtakið ynskir at leggja dent á trygdina á arbeiðsplássinum og skipar tí fyri skeiðum, sum á donskum nevnist “Arbejdsmiljøkoordinator”. Á skeiðunum verður undirvíst í og sett orð á, hvørja uppgávu og ábyrgd ymsu partarnir í eini verkætlan hava. Eitt nú ráðgevin, tann prosjekterandi, byggiharrin, arbeiðstakarin og møguligir aðrir viðkomandi partar í eini verkætlan.
Tað var Lasse Boo Hartmann frá NIRAS, sum hevði fyrsta skeiðið, ið endaði 24. mai, har 18 luttakarar fingu prógv sum samskiparar innan arbeiðsumhvørvi. Vit ynskja øllum luttakarunum hjartaliga til lukku við próvnum.