Seinna samskipanarútbúgving innan arbeiðsumhvørvi gjøgnumførd
Byggiharrasamtak Føroya hevur nú avgreitt skeiðini innan arbeiðisumhvørvissamskipan fyri hesuferð. Áhugin var so mikið stórur, at neyðugt var at skipa fyri tveimum skeiðum, og seinna liðið hevur nú fingið prógv sum samskiparar innan arbeiðsumhvørvi.
Trygd á arbeiðsplássinum er eitt aðalmál hjá Byggiharrasamtaki Føroya, og samtakið hevur tí skipað fyri hesum skeiðum, sum á donskum ber heitið “Arbejdsmiljøkoordinator”. Á skeiðunum hevur verið undirvíst í og sett orð á, hvørja uppgávu og ábyrgd ymsu partarnir í eini verkætlan hava. Tað veri seg bæði ráðgevin, tann prosjekterandi, byggiharrin, arbeiðstakarin, eins og aðrir møguligir viðkomandi partar í eini verkætlan.
Tað var Jan Nygaard Hansen, frá NIRAS A/S, sum hevði seinna skeiðið, ið endaði 20. juni, har 17 luttakarar fingu prógv sum samskiparar innan arbeiðsumhvørvi.
Vit ynskja øllum 35 luttakarunum hjartaliga til lukku við próvnum.